Obbekjær: Gleðisrúsur og adrenalin eftir útjavnandi málið

Obbekjær: Gleðisrúsur og adrenalin eftir útjavnandi málið
Daniel Obbekjær stórfegnaðist um sítt útjavnandi mál í yvirtíðini og javnleikin, sum ger, at NSÍ framvegis er trý stig frammanfyri KÍ fremst í Meistaradeildini
23.08.2026 - 18:54

Daniel Obbekjær var hetjan hjá NSÍ, tá hann skallaði bóltin í málið til 2-2 langt inni í yvirtíðini í oddabrakinum ímóti KÍ við Djúpumýru.

NSÍ var aftanfyri 2-0 til 83 minuttir vóru spældir. Tá minkaði Petur Knudsen við høggi upp undir nettaki úr spískum, og tá 98 minuttir vóru spældir javnaði hávaksni miðverjin eftir innlegg úr høgru.

 - Tað er ein sannur gleðisrúsur og adrenalin, sum skúma ígjøgnum kroppin (eftir málið, blaðm.). Tíverri var tað ikki sigursmálið, segði Daniel Obbekjær eftir javnleikin, sum kortini kendist sum ein sigur.

 - Hetta kann gerast eitt sera týðandi mál og eitt sera týðandi stig, sum tað tryggjar okkum.

KÍ hevði annars tamarhald á dystinum leingi. Eftir málleysan fyrra hálvleik skoraðu Filip Brattbakk og Páll Klettskarð við hvør sínum skallara, sum Árni Frederiksberg átti uppleggini til, men tá Petur Knudsen minkaði um munin í 83. minutti broyttist dysturin.

KÍ tók liðið longur aftur á vøllin, og hóast NSÍ hevði eitt sindur ilt við at spæla seg til góðar støður, eydnaðist at senda eitt gott innlegg innfyri málið, og tað var nóg mikið.

Javnleikurin ger, at NSÍ framvegis er trý stig frammanfyri KÍ í oddastríðnum í Meistaradeildini, nú sjey umfør eru eftir at spæla.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891