Sjálvboðin skulu hjálpa í eldrarøktini

Sjálvboðin skulu hjálpa í eldrarøktini
Ein royndarverkætlan við sjálvbodnum kann lætta um hjá starvsfólkunum, ið hava fingið meira at gera, tí fólk eru meira røktarkrevjandi, sigur leiðarin í eldrasamstarvinum
Gestur J. Lómstein.
31.08.2026 - 19:25

Á ellisheiminum í Gøtu, skulu sjálvboðin nú hjálpa við ymsum praktiskum uppgávum. Eitt nú við at gera klárt, sita saman við búfólkunum og ganga túrar. Høvuðsorsøkin er starvsfólkatrot, sum er ein vaksandi avbjóðing í eldrarøktini, sigur leiðarin í Nánd, sum skipar fyri royndarverkætlanini. 

- Ætlanin er ikki, at sjálvboðin skulu taka sær av røktaruppgávum, sigur Poula Reinert-Petersen, leiðari í Nánd, um verkætlanina, ið byrjar fyrsta dagin. 

Hon ásannar, at ein avbjóðing við einari slíkari skipan, er, at bland kemur millum uppgávur hjá sjálvbodnum og starvsfólkum. Um tað skuldi hent seg, so má royndarskipanin tillagast, leggur hon aftrat. 

Sjálvboðin kunnu vera ein góð hjálp, eins og tey sjálvi kunnu fáa nakað burturúr at hjálpa til á ellisheiminum, heldur Poula Reinert-Petersen. 

Spurd, hví fleiri starvsfólk ikki vera sett, svarar hon, at starvsfólk snøgt sagt ikki eru tøk. 

- Um fleiri skulu arbeiða á eldraøkinum, so fara tey at mangla aðrastaðni. Vit mugu tí taka eitt kjak um, hvussu okkara vælferðarsamfelag skal síggja út frameftir,  sigur leiðarin Nánd. 

 

Mary Antonsdóttir, sum er forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, var gestur í sjónvarpsstovuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025