Jørgen avloyst Páll: Annars eru allir til reiðar

Jørgen avloyst Páll: Annars eru allir til reiðar
Jørgen Nielsen hevur avloyst skadda Páll Klettskarð í hópinum, men annars eru allir mans væl fyri at spæla fyrsta Nations League-dystin ímóti Kasakstan Á Tórsvølli leygardagin
Bjarni Árting Rubeksen
A-landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein (t.v) og U21-landsliðsvenjarin Ólavur Mikkelsen til úttøku fyri kortum
24.09.2026 - 10:35

Mánadagin loysti Jørgen Nielsen úr Víkingi av fyri skadda KÍ-framherjan Páll Klettskarð í føroyska landsliðshópinum, men annars eru allir mans væl fyri og til reiðar at spæla ímóti Kasakstan á Tórsvølli leygardagin, tá Nations League-kappingin fer av bakkastokki.

 - Sum heild er støðan annars ordiliga góð, sigur landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein, sum hevur tikið 23 spælarar út til teir fýra dystirnar næstu vikurnar.

 - Nógvir spælarar hava spælt væl og nógv í seinastuni og eru væl fyri. Men vita eisini, at hetta er eitt krevjandi landsliðsvindeyga - fýra dystir í 11 dagar - tað er krevjandi, og tí er tað eisini neyðugt at brúka hópin. 

 

Kunnu spyrja seg fyri hjá Jóannesi

Eyðun Klakstein og hjálparvenjarin Atli Gregersen hava frá byrjan brúkt spælskipan við fimm í verjuketuni. fýra á miðvøllinum og einum framherja. Tað hevur riggað væl, heldur landsliðsvenjarin, og tí verður tað heldur ikki broytt.

 - Onkrar dystir verður tað meir ein 5-4-1, og vit liggja og verja undir trýsti, og aðrar dystir verður tað meir ein 3-4-3 álopssinnað skipan, sigur venjarin. 

Hvussu neyva uppstillingin og taktikkurin sær út til hvønn einstakan dyst er partvíst treytað av, hvussu mótstøðuliðið spælir, og hvar teirra sterkastu spælarar eru á vøllinum, og júst ímóti Kasakstan ber til at spyrja seg fyri hjá einum av føroysku landsliðsspælarunum.

 - Fyrst og fremst troyta vit allar tær opnu keldurnar við video og øðrum, og so eru tað eisini fólk, sum vit kenna. Vit hava ein spælara í Kasakstan, sum eisini kann hjálpa okkum eitt sindur, sigur Eyðun Klakstein og vísir til Jóannes Bjartalíð, sum hevur spælt í FC Kyzylzhar síðan februar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
Skratsj 14. oktobur 2026
214778
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655