Selja avroð á netinum

Selja avroð á netinum
IRF roynir nú saman við bøndum kring landið at fáa føroyingar at eta meiri avroð. Tað verður gjørt við nýggju heimasíðuni avrod.fo. Hon er nýggj, men hon virkar longu væl
13.10.2026 - 19:29

- Vit ynskja at skapa ein pall fyri borgaran, sum ikki hevur atgongd til avroð, og tað ein bónda, sum ynskir at sleppa av við tað. Okkara endamál er sjálvandi, at minka um avroð, sum endar í køstinum hjá okkum.

Tað sigur Marta Brøndum Kallsoy, samskiftis- og marknaðarfólk hjá IRF. Við hesi nýggju tænastuni er meiningin, at avroð vera lættliga atkomilig, eisini fyri fólk, sum ikki eru von at fáast við seyð.

- Tù bíleggur tað á heimasíðuni, júst sum annar handil á internetinum. Vøran verður so givin til tín, tá tú fert til bóndan at heinta. Tað er í einum bakka, júst sum í tí vanliga kølidiskinum í FK. Hetta hevur verið ein verkætlan, sum hevur verið í gongd eitt ár. Tað byrjaði við einari bók, sum er gjørd í samstarvi við Kvinnu. Og nú hava vit so gjørt heimasíðuna, sum hevur verið ordiliga royndarkoyrd. Hon hevur verið í gongd í yvir ein mánað og virkar júst, sum hon skal.

Longu væl móttikin
Sjálvt um skipanin er spildurnýggj, so er hon longu væl móttikin, sigur Marta Brøndum Kallsoy.

- Tað eru ordiliga nógvi kundar og nógvir bøndur, og tað veksur fyri hvønn dag næstan. Um vikuskiftini fái eg enn teldubrøv, og kann skráseta fleiri bøndur, og eg fái nógv teldubrøv um, at fólk hava bílagt sær avroð. Tað er gott, at tað er vaksandi, og tað er nógv, men tað kann altíð vera betri og blíva meiri.

Tá ein keypari bíleggur á heimasíðuni, velur mann ein bónda, sum mann bíleggur frá. Ein bóndi, sum er skrásettur í avrod.fo, er Sigert Paturson, bóndi í Hoyvík, er skrásettur i skipanini, og hann letur væl at.

- Tað er ein góð skipan. Tað, sum er við tí, tað er tað, at flytur handilin út á netið. Tað verður lættari at bíleggja. So fær mann teldupost, ordrin kemur inn, og so kann mann pakka ordran eftir tí, so tað er minni samskifti yvir telefon og øllum møguligum øðrum.

 

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096