- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv tær flestu taka av tilboðnum um bróstkrabbaskreening
Nógv tær flestu taka av tilboðnum um bróstkrabbaskreening
2.142 kvinnur fingu í fjør tilboð um snarkanning, 1.907 teirra tóku av tilboðnum

Føroyskar kvinnur millum 50 og 69 ár fáa tilboð um bróstkrabbaskreening annaðhvørt ár.
21.10.2026 - 09:53
Nógv tær flestu kvinnurnar, sum fáa tilboð um bróstkrabbaskreening, snarkanning, taka av tilboðnum.
Tær vóru 89 prosent í fjør, sigur Heilsustýrið.
2.142 kvinnur fingu í fjør tilboð um snarkanning, 1.907 teirra tóku av tilboðnum.
Í 2024 var undirtøkan 90,7 prosent, sum er tað mesta higartil.
Føroyskar kvinnur millum 50 og 69 ár fáa tilboð um bróstkrabbaskreening annaðhvørt ár.
Skipanin hevur virkað síðani 2017.
Undirtøkan hevur øll árini verið oman fyri 81 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























