- Tíðindi, mentan og ítróttur
Møðin, ongin sær

Krabbatengd møði er eitt av teimum vanligastu seinárinunum eftir krabbamein og kann ávirka bæði kropp, sinn og gerandisdag. Í aðru sendingini í sendirøðini, Aftaná - lívið eftir krabbamein seta vit sjóneykuna á møðina, sum ikki altíð hvørvur, hóast viðgerðin er liðug.
At vera útlúgvaður eftir ein langan dag er nakað, tey flestu kenna. Men hvussu er, tá hvíld ikki hjálpir, og sjálvt smá avrik í gerandisdegnum krevja meira orku, enn tú hevur? Hjá nógvum, sum hava havt krabbamein, er hetta veruleikin.
Krabbatengd møði, eisini nevnd cancer fatigue, er eitt vanligt og ofta lemjandi seinárin eftir krabbamein og viðgerð. Hon kann vísa seg sum kropsli og sálarlig møði, sum kann gera tað trupult at fáa gerandisdagin at hanga saman. Tað kann vera torført at arbeiða, vera saman við familju og vinum ella fáa gjørt tað, sum áður var ein sjálvfylgja.
Ein nýggj, stór donsk kanning, sum granskarar á Kræftens Bekæmpelses Center for Kræftforskning hava staðið fyri, fevnir um nærum 41.000 fólk, sum hava havt krabbamein. Kanningin vísir, at meira enn sjey av tíggju kvinnum og nærum tveir av trimum monnum liva við í minsta lagi einum álvarsligum seinárini. Møði er eitt av teimum vanligastu seinárinunum, næst eftir pínu. Eftir møði kemur m.a tunglyndi.
Um vit taka støði í somu lutføllum og brúka tey á føroyska fólkatalið, svarar tað til, at fleiri túsund føroyingar liva við ella eftir krabbamein, og at nógv teirra kunnu hava avbjóðingar eftir sjúku og viðgerð.
Men hvat er krabbatengd møði í veruleikanum? Hvussu kennist hon, hvussu ávirkar hon lívið, og ber til at fyribyrgja ella linna hana?
Í aðru sendingini av AFTANÁ hava vit fingið vitjan av Christian Nagata, Leif Olsen, sosialráðgeva og fulltrúa í Almannaverkinum, Noomi O. Gregersen, stjóra í Heilsustýrinum, og Eyð Gudmundsson, sjúkrarøktarfrøðingi við serfrøði í krabbameinsrøkt og viðgerð og limi í endurmenningartoyminum á Landssjúkrahúsinum.
Saman varpa vit ljós á eitt seinárin, sum ofta er ósjónligt fyri onnur, men sum kann seta djúp spor í lívið hjá teimum, ið verða rakt.
Hoyr røðina Aftaná - Lívið eftir krabbamein, mikudagar kl. 16.05, og á KVF Ljóð tá tað passar tær.
























