Langteinarenning: Tað verður kapping um oyggjaleikaplássini

Langteinarenning: Tað verður kapping um oyggjaleikaplássini
Kappingin um langteinaplássini til oyggjaleikirnar í Føroyum sær út til at gerast hørð, tí nógvir rennarar eru væl fyri, nú vetrarkappingin hjá FÍF er byrjað
27.10.2026 - 12:32

Valborg Heinesen var aftur á síggja í vetarkappingini fyri fyrstu ferð í meir enn 10 ár, og hon fór avstað við silvurinum í Kerjarenningini um vikuskiftið aftanfyri Bjørk Herup Olsen, sum longu hevur klárað oyggjaleikakravið í hálvum maraton. 

Langteinarennarin, sum gjørdi bart á oyggjaleikunum í Bermuda í 2013 við gulli í 10.000 metrum og hálvum maraton, vildi ikki siga bart út, at hon ætlar at umboða Føroyar á heimavegi nøsta summar.

  - Tú hevur tað sjálvandi í huga, og tað hevði verið stuttligt, men eg eri ikki har enn, segði Valborg Heinesen.

Hon er trettan ár eldri og hevur átt trý børn síðan bragdið í Bermuda, og tað tekur eitt sindur av toppferðini, metir royndi rennarin Hallur Holm, men úthaldnið, treisknið og royndirnar eru tær somu.

 - So hví skal hon ikki kunna satsa uppá hesar oyggjaleikirnar. Tað hopi eg, at hon fer at gera, segði Hallur Holm.

 

Nógv eru væl fyri

Nógvir rennarar eru væl fyri, og kappingin um oyggjaleikaplássini á langteinunum sær út til at gerast hørð. Tað heldur Hallur Holm eftir fyrsta umfarið av átta í vetrarkappingini hjá FÍF.

 - Nógvir av okkara bestu rennarum eru í góðum formi. Fleiri av teimum eru í Danmark, men tey sum ikki eru møta upp her í dag og vísa, at tey eru klár, segði Hallur Holm.

Royndi rennarin, sum seinastu árini hevur kappast á teimum heilt langu teinunum, heldur, at hetta renniárið sær sera spennandi út, tí oyggjaleikirnir nærkast.

 - Tað eru fleiri, sum leggja nógv fyri, og tú leggur longu nú merki til, at leikirnir vera í Føroyum i summar. Vit í Føroyum skulu helst manna eitt sterk all around-landslið, og tað fer at geva pláss til fleiri, og eg vænti, at tað verður kapping um plássini. Tað fara vit at síggja í kappingunum í vetur, segði Hallur Holm.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717