- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrimunur at sjúkrahúsini umsita játtanina
12.09.2013 - 14:38
Innlendis›Politikkur
Fyrimunur at sjúkrahúsini umsita játtanina
Stjórin á Landssjúkrahúsinum tekur undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum

Sigurð Ó. Vang er stjóri á Landssjúkrahúsinum
Tað er ein fyrimunur, at sjúkrahúsini fáa størri ábyrgd av pengunum, tá sjúklingar verða sendir av landinum til viðgerðar.
Tað heldur Sigurð Ó. Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, ætlar, at tey trý sjúkrahúsini næsta ár sjálvi skulu umsita játtanina til sjúklingaviðgerð uttanlands. Hetta verður gjørt í eini roynd at tálma vaksandi útreiðslunum til serviðgerð uttanlands, sum í ár verður minst 145 mió. kr.
Umbøn um eykajáttan er í tinginum.
Sum er brúkar Landssjúkrahúsið 90 prosent av játtanini til serviðgerð uttanlands.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














