Løgmaður: Eg havi verið ov hampiligur

16.09.2013 - 15:16
InnlendisPolitikkur
Løgmaður: Eg havi verið ov hampiligur
Ongantíð fyrr hevur løgmaður klárað seg so illa sum nú, men hann letur kortini ikki so illa at

Ongantíð fyrr hevur løgmaður klárað seg so illa sum nú. Tað staðfestir nýggja veljarakanningin hjá Gallup.

Fólk vórðu spurd, hvussu væl tey halda, at løgmaður klárar seg samlað. Tey skuldu meta á einum stiga frá 1 til 10, har 1 er sera illa og 10 er framúrskarandi.

Karakterurin, sum løgmaður fær, er 4,3. Og hetta er tað ringasta úrslitið, sum løgmaður hevur fingið síðan apríl 2010, vísa tølini hjá Gallup.

Men søguliga lága skoðsmálið fær ikki løgmann at liggja í andvekri. Kaj Leo Holm Johannesen sigur tó, at hann ætlar sær at verða greiðari, tí hann eitt nú í tunnilsmálinum hevur latið sær ov nógv lynda.

- Eg havi verið ov hampiligur, sigur løgmaður.

Sí eisini Eygleiðari: Hevði væntað verri úrslit hjá Sambandsflokkinum

Sí eisini Kanning: Løgmaður ongantíð klárað seg so illa sum nú

Sí eisini Grafikkur:  Her er úrslitið av veljarakanningini

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373