Henrik Old: Nevndin skal hava frið at viðgera tunnilsmálið

bannari
19.09.2013 - 13:08
Innlendis›Politikkur
Henrik Old: Nevndin skal hava frið at viðgera tunnilsmálið
Hvørki Henrik Old ella Gerhard Lognberg hava skrivað undir áheitanina um at seta kanningarstjóra

Landsstyrismálanevndin skal hava frið at viðgera málið um Skálafjarðartunnilin. Men ber tað ikki á mál, og tað vísir seg at viðurskifti verða duld, so má ein kanningarstjóri setast.
 

Tað sigur Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum fyribils hevur valt ikki at skriva undir brævið um at seta ein kanningarstjóra.

Ein annar javnaðartingmaður, Gerhard Lognberg, hevur heldur ikki skrivað undir. Hann heldur, at tær ein til tvær miljónirnar, sum tað fer at kosta at seta ein kanningarstjóra, fara betri til eitt nú eldraøkið ella heimahjálpina.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115