Boðaði ikki frá oljuleka

Boðaði ikki frá oljuleka
Fólk eiga at boða frá, millum annað so tey kunnu fáa rokningina fyri at reinsa vegin, sigur politiið
 
14.12.2023 - 08:52

Nógv olja lak á vegin frá Gomlurætt niðan á Velbastaðháls í gjár.

Men tann, sum eigur bilin, sum lak oljuna, boðaði ikki frá.

Tað eiga fólk at gera í slíkum førum, millum annað so tey kunnu fáa rokningina fyri at reinsa vegin, sigur politiið.

Okkurt bendir á, at bilførarin visti um skilið, tí bilurin hevur staðið á einum grúsvegi eina løtu. Har var eisini nógv olja, sigur politiið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111