Kommunan roynir at selja Venjingarskúlan

11.10.2013 - 10:37
InnlendisPolitikkur
Kommunan roynir at selja Venjingarskúlan
Tórshavnar kommuna hevur sent Mentamálaráðnum uppskot um sølutilgongd

Høvuðsstaðarkommunan roynir nú at selja landinum Venjingarskúlan í Havn. Kommunan sendi 4. oktober Mentamálaráðnum eitt uppskot um sølutilgongd. Sambært uppskotinnum skal kommunan umvæla skúilan, áðrenn landið yvirtekur hann.

Mentamálaráðið hevur áður boðað frá, at ein góð loysn at bøta um hølisviðurskiftini hjá Fróðskaparsetrinum er at savna alt virksemi hjá Setrinum á Venjingarskúlanum og økinum uttan um skúlan.

Hoyr samrøðu við Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532