- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórur makrelur á nýggjari fiskileið undir Føroyum
18.10.2013 - 13:24
Innlendis›Samfelag
Stórur makrelur á nýggjari fiskileið undir Føroyum
Makrelskipini fiska reint, eingin sild er uppií

Makrelur upp í móti hálvum kilo.
Nótaskipini fáa stóran og góðan makrel á einari leið, har sum tey ikki hava roynt so nógv fyrr. Og har ber til at fiska makrel reint, eingin sild er uppií.
Men trupulleikin hjá teimum er, at kvoturnar í ár eru um at vera uppi. Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri í gjárkvøldið við 1400 tonsum av makreli eftir fiskarí í tvær nætur.
John Mikkelsen er skipari. Hann letur væl at fiskiskapinum eystur av Sandoyarbanka og Nólsoyarbanka.
Myndatekstur: Tróndur í Gøtu á fiskileið
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. februar
Sjóvinnubankin, Føroya Fiskaexport og Føroya Ferðamannafelag verða stovnað
204755
Nýggjastu sendingar í SV












