- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar tilfeingisdepil fyri narkobarónar

Løgtingið fer í ovurmorgin at viðgera stóra danska avlurtingar- og eftirlitspakkan.
Løgreglan hevur eftirlýst at fáa dagførdar heimildir til at avlurta og avlesa samskifti millum persónar, sum hava í hyggju at fremja narkokriminalitet í Føroyum.
Heimildirnar hava verið ónøktandi, og sambært løgregluni hava kriminellir persónar ov lætt spæl. Teir vita fullvæl, hvat løgreglan megnar at avlurta og avlesa, og hvat løgreglan ikki megnar - og so hevur samskiftið verið kanaliserað aðrarvegir. Uttan um radaran hjá politinum.
Frægnartænastu støði
Men nú skal løgreglan fáa nýggjar og dagførdar eftirlitsheimildir og fremstu tøknina, og tí skal stóri danski avlurtingar- og eftirlitspakkin setast í verk at galda í Føroyum eisini.
Í Danmark hava heimildirnar í stóran mun verið nýttar av fregnartænastuni í sambandi við yvirgang, men greitt er, at í Føroyum verður eftirlitspakkin ikki settur í gildi av ótta fyri yvirgangi, men av ótta fyri narkotika.
John Kølbæk, fúti váttaði fyri útvarpinum í gjár, at reiðsskapirnir í nýggju heimildunum fyrst av øllum skulu brukast í stríðnum móti rúsevnum - og tað sama sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur lagt uppskotið fyri tingið at taka støðu til, áðrenn tað fer í Fólkatingið, sum endaliga skal seta tað í verk.
Sí eisini















