Ruðuleiki í ferðsluni við Norðskálatunnilin

18.11.2013 - 13:32
InnlendisSamfelag
Ruðuleiki í ferðsluni við Norðskálatunnilin
Ein sjúkrabilur, sum tók fólk frá einum ferðsluóhappi, hevur rent upp í ein lastbil, og bíðað verður nú eftir øðrum sjúkrabili

Ruðuleiki er í ferðsluni við Norðskálatunnilin eystanfyri.


Ein bilur fór út av vegnum milum Funning og Funningsfjørð, og sjúkrabilur varð boðsendur. Á veg suðureftir rendi sjúkrabilurin upp í ein lastbil og fekk ikki koyrt. Tí vórðu boð send eftir einum øðrum sjúkrabili.
 

Eina løtu varð neyðugt at steingja Norðskálatunnilin. Rátt verður frá at koyra millum Fjarða. Farið at grava, men líkindini eru framvegis sera vánalig, serliga við tunnilsmunnan eystanfyri
 

Karl Johansen, sýslumaður, greiddi soleiðis frá í útvarpinum fyri løtu síðani.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112