Ikki greitt hvat heimið skal brúkast til

13.01.2014 - 13:22
Innlendis›Samfelag
Ikki greitt hvat heimið skal brúkast til
Smápartafelagið Toft hevur keypt Sjómansheimið í Runavík

Eftir at hava átt tað í meira enn trý ár, slapp Eik Banki av við Sjómansheimið í Runavík fríggjadagin.

Keyparin, smápartafelagið Toft, hevur ikki gjørt av, hvat stóri bygningurin skal brúkast til. Men ymsir møguleikar eru, sigur Joen Magnus Rasmussen í Leirvík, sum sjálvur fimti hevur keypt gamla sjómansheimið.

Sjómansheimið, sum varð vígt í mars 1970, er 294 fermetrar í trimum hæddum, og loftið er 227 fermetrar. Grundstykkið er 1435 fermetrar. 25 kømur eru í sjómansheiminum, og har kundu gista 43 fólk.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026