- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lønirnar: Tingið skal ikki broyta uppskotið

Uppskotið um lønarviðurskiftini hjá løgmanni og landsstýrisfólkum eigur at vera óbroytt.
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú tingið er farið at viðgera uppskotið, sum hann hevur lagt fram.
Ein arbeiðsbólkur varð settur at koma við uppskoti um, hvussu lønar- og eftirlønarviðurskifti hjá løgmanni og landsstýrisfólkum skulu vera, og Kaj Leo Holm Johannesen legði tilmælið frá arbeiðsbólkinum fyri tingið óbroytt. Og tingið eigur heldur ikki at broyta tað, heldur løgmaður.
Ætlanin var at beina málið í fíggjarnevndina, men eitt uppskot er eisini um at beina tað í eina serstaka grein 25-nevnd, so allir flokkar í tinginum fáa høvi at viðgera málið. Atkvøtt verður um tað á tingfundinum týsdagin. Verður samtykt at beina málið um lønarviðurskiftini hjá løgmanni og landsstýrisfólkum í grein 25 nevnd, verður hon eisini vald á hesum fundinum.
Sí eisini














