Teistin aftur í sigling hvítusunnuaftan

05.06.2014 - 16:12
Innlendis›Samfelag
Teistin aftur í sigling hvítusunnuaftan
Sildberin verður settur í sigling á skúvoyarleiðina seinni í hesum mánaðinum

Strandfaraskipið Teistin kemur í sigling aftur longu leygardagin, hvítusunnuaftan. Tað eru fyrr enn væntað.

Teistin bar við land í Hesti skírisdag, og annar azimutturin, onnur skrúvan, fekk skaða.

Sildberin verður settur í sigling á skúvoyarleiðini seinast í hesum mánaðinum, hóast nógv er eftir at gera. Hann fer at kosta góðar 7,6 mill. kr.

Hoyr samrøðu við Jóan Petur Abrahamsen, tekniskan leiðara á Strandferðsluni, í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037