20 miðnámsskúlalærarar fara undir útbúgving í ár

27.06.2014 - 15:29
Innlendis›Politikkur
20 miðnámsskúlalærarar fara undir útbúgving í ár
Ferð er sett á, so allir lærarar hava bæði námsfrøðiliga og verkliga útbúgving, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður

Tað kann hava týdning fyri góðkenningina av miðnámsskúlaútbúgvginunum uttanlands, at miðnámsskúlalærarar ikki hava námsfrøðiligu útbúgvingina, sum er eitt lógarkrav.

Og tí er ferð sett á, at allir miðnámsskúlalærarar fáa útbúgvingina.

Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

Í fjør tóku nakrir lærarar verkliga partin, og 35 fara undir ástøðiliga partin í heyst. Í ár byrja eisini 20 lærarar at taka tann verkliga partin.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037