Asbjørn Senior keyptur fyri 67 milliónir

22.07.2014 - 12:24
InnlendisVinna
Asbjørn Senior keyptur fyri 67 milliónir
Asbjørn Senior er nú TG 773 og skrásettur í Hirtshals

P/f Ocean Group Faroes í Hósvík hevur keypt nótaskipið  Asbjærn Senior úr Danmark  fyri 67 milliónir krónur . 

Asbjørn Senior varð strikaður í donsku skipaskránni fríggjadagin og skrásettur í Føroyum í dag.

Asbjørn Senior var danskt nótaskip, sum kom til Føroya 2.juni. Skipið lá fyrst í Havn, men fór síðani til Kollafjarðar og hevur ligið har. 

Ocean Group Faroes var eitt felag hjá Thor, sum menn í feløgunum South Pelagið og Baglhólmi í Vági hava keypt.

Thor-felagið átti verksmiðjutrolaran Athenu. Veiðiloyvið hjá Athenu er til enn og kann brúkast sum grundarlag undir millum annað makrelloyvi.      

Søkt er um flutningsloyvi til Asbjørn Senior, men ikki um fiskiloyvi, verður upplýst á Vørn.

Asjørn Senior boykottaður

Manningarfeløgini nokta limum sínum at mynstra við nótaskipinum Asbjørn Senior, so leingi eingin sáttmáli er við manningarfeløgini um flutning og fiskiskap av makreli og sild.

Í gjárkvøldið varð søkt eftir maskinmeistara og øðrum-meistara til Asbjørn Senior at byrja alt fyri eitt.

Nakrar tímar seinni kunngjørdu Maskinmeistarafelagið og hini bæði manningarfeløgini, at tey nokta limum sínum at fara við Asbjørn Senior.

Páll Hansen er formaður í Maskinmeistarafelagnum:


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815