Løgmaður: Tjóðveldiskósin er steindeyð

05.08.2014 - 15:24
Innlendis›Politikkur
Løgmaður: Tjóðveldiskósin er steindeyð
Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at Annika Olsen, varaløgmaður, skal sleppa at siga sína persónligu hugsan um tjóðskaparmálið

Tað vakti ans, tá Annika Olsen, landsstýriskvinna og varaløgmaður, fór at tosa um tjóðskaparmálið, tá hon umrøddi løgmansrøðuna í løgtinginum fyrrapartin.

Annika Olsen segði, at tjóðskaparmálið er steindeytt, men hon heldur, at tað ber til at fáa málið aftur á breddan, um allir flokkar flyta seg.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaðuir, sigur, at Annika Olsen skal sleppa at siga sína persónligu hugsan um tjóðskaparmál. Hann sigur, at talan er um retorikk.

- Allir føroyingar eru tjóðskaparsinnaðir, sama hvørjum flokki teir eru í, men tjóðveldiskósin er steindeyð, sigur løgmaður.

Hoyr viðmerking frá løgmanni til røðuna hjá Anniku Olsen.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18, har viðmerkingar eisini verða frá Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, Jenisi av Rana úr Miðflokkinum og Jørgeni Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037