Makrelurin undir Føroyum minkaður eina helvt

28.08.2014 - 15:23
InnlendisSamfelag
Makrelurin undir Føroyum minkaður eina helvt
Ein arbeiðsbólkur hjá ICES kannar úrslitið av yvirlitstrolingunum eftir makreli

Makrelurin í føroyskum sjógvi er minkaður eina helvt í ár. Orsøkin er, makrelurin hevur flutt seg úr føroyskum sjógvi.

Tað vísa úrslitini av felags yvirlitstrolingunum, sum vórðu lagdar fram í vikuni.

Fundirnir hjá arbeiðsbólkinum hjá ICES, sum byrjaðu fyrradagin, enda mánadagin.

Íslendingar, sum ikki eru partur av fimm ára makrelavtaluni, sum Føroyar gjørdu við ES og Noreg, halda, at nýggju tølini vísa, at meiri makrelur er komin í íslendskan sjógv, skrivar Portalurin.

Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannson, heldur tí, at tølini eiga at verða tikin við í metingunum, tá samráðast skal um makrelstovnin.

 

Mynd: Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur á Havstovuni,  hevur saman við hinum vísindaligu umboðunum fyri strandarlondini lagt fram endaligu úrslitini av felags yvirlitstrolingunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112