Kanningin: Meginparturin av peninginum brúktur

bannari
11.11.2014 - 14:36
InnlendisPolitikkur
Kanningin: Meginparturin av peninginum brúktur
Umleið 2,6 mió. kr. eru longu brúktar at kanna málið um Skálafjarðartunnilin

Løgtingið hevur longu brúkt nógv tað mesta av pengunum, sum løgtingsformaðurin hevur biðið løgtingið um í eykajáttan til at kanna løgmann og fyrrverandi landsstýrismannin í innlendismálaráðnum.

Løgtingið er biðið um tvær milliónir og 850.000 kr. til kanningina hjá løgtinginum í ár.

Okkurt um 2,6 mió. kr. eru longu brúktar, áðrenn løgtingið hevur játtað pengarnar. Uppskotið um eykajáttan er nú í Fíggjarnevndini.

Hvør tími í Dómhúsinum, tá fólk vórðu spurd til kanningina, kostaði næstan 10.000 kr.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303