Størri játtan ella størri næmingagjald

13.11.2014 - 09:39
Innlendis›Politikkur
Størri játtan ella størri næmingagjald
Í fíggjarlógini fyri 2014 fær Háskúlin 2,3 mió. kr. til rakstur. Tað eru bara 600.000 kr. meira enn í 1985

Háskúlin hevur brúk fyri hægri játtan, um hann skal kunna kappast við háskúlar og eftirskúlar í øðrum londum.

Tað sigur Tótan Árnadóttir, forkvinna í stjórnini fyri Føroya Fólkaháskúla.

Hin møguleikin er at krevja hægri gjald frá næmingunum, tí gjaldið er lágt, men eisini tað, sum gera skúlan kappingarføran, sambært forkvinnuni. .

Føroya Fólkaháskúli hevði fingið dupult so nógvar pengar úr landskassanum, um játtanin var prístalsviðgjørd á hvørjum ári síðani 1985. Í fíggjarlógini fyri 2014 fær Háskúlin 2,3 mió. kr. til rakstur. Tað eru bara 600.000 kr. meira enn í 1985. Men var játtanin prístalsviðgjørd, hevði skúlin fingið 4,7 mió. kr. í ár.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður sigur, at játtanin, sum Háskúlin fær til rakstur í fíggjarlógini, verður latin við støði í fíggjarætlan og undirvísingarætlan, sum skúlin á hvørjum ári sendir Mentamálaráðnum at góðkenna.

Skúlin hevur tó øll árini biðið um nakrar hundrað túsund krónur meira enn hann hevur fingið. Landsstýrismaðurin í mentamálum og embætisfólk í Mentamálaráðnum vóru á fundi á Háskúlanum í síðstu viku, har millum annað fíggjarligu viðurskiftini hjá skúlanum vórðu umrødd.

Ein støðulýsing hjá Landsverki sigur, at tað fer at kosta slakar 14 mió. kr. um dagføra og umvæla bygningar hjá skúlanum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037