533 børn liva fyri 20 kr. um dagin

20.11.2014 - 13:49
InnlendisSamfelag
533 børn liva fyri 20 kr. um dagin
Í dag verður varpað ljós á børnini, altjóða barnarættindadagin

Í løgtinginum er aðalorðaskifti um barnarættindi, sum tekur støði í eini frágreiðing, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, legði fyri tingið um dagarnar. Frágreiðingin er ein støðulýsing av barnarættindunum í Føroyum.

Seinnapartin hevur Amnesty International eitt tiltak í sambandi við, at barnarættindasáttmálin nú er 25 ár.

Og í sínum lagi vísir felagsskapurin "Í menniskjum góður tokki" á, at tørvur er at seta barnafátækradømi á breddan. Felagsskapurin vísir á, at 533 børn í Føroyum liva í 300 av teimum fátækastu barnafamiljunum í landinum. Og í hesum familjum hevur hvør familjulimur bara 20 krónur at liva fyri um dagin.

Hoyr Annils Bjarkhamar, stigtakara til "Í menniskjum góður tokki" í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176