Stjórin: Heilivágskontan var tóm

20.11.2014 - 13:10
Innlendis›Samfelag
Stjórin: Heilivágskontan var tóm
Løgtingið hevur júst játtað 2,5 mió. kr. eyka til heilivág, og tí heldur viðgerðin fram óbroytt

Eingir pengar vóru á heilivágskontuni, og ti hevði leiðslan einki í at velja, tá hon tann 3. juli sendi serlæknunum á Landssjúkrahúsinum ein teldupost um, at øll viðgerð av nýggjum sjúklingum við ávísum sløgum av heilivági skuldi steðgast, sigur Sigurð Ó. Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Løgtingið játtaði 2,5 milliónir krónur eyka til heilivág í farnu viku, og tískil gjørdist tað ikki aktuelt at steðga viðgerðini við teimum 10 sløgunum av heilivági, sum millum annað rakti fólk við gikt, krabba og tarmsjúkum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026