Løgmaður vil hava meginhavn í Runavík

26.11.2014 - 13:45
Innlendis›Politikkur
Løgmaður vil hava meginhavn í Runavík
Hví skulu vit byggja eina havn við Skansan fyri 400 mió. kr., tá vit kunnu fáa eina havn í Eysturoynni fyri 150 mió.? spyr løgmaður

Vit eiga at leggja eina meginhavn fyri alt landið í Runavík.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum ikki er fegin um ætlanirnar at byrgja Skansan í Havn inni í eini dýrari bingjuhavn, sum hann tekur til.

Hví skulu vit byggja eina havn har fyri 400 mió. kr, tá vit kunnu fáa eina havn í Eysturoynni fyri 150 mió.? Kunnu kommunurnar í Eysturoynni og Tórshavn ikki tosa saman fyrst, og møguliga velja eina betri og bíligari loysn? spyr løgmaður á Facebook og vísir á, at Eysturoyartunnilin er á veg.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037