Bárður Nielsen: Sambandsflokkurin farin av kós

11.03.2015 - 08:38
InnlendisPolitikkur
Bárður Nielsen: Sambandsflokkurin farin av kós
Flokkurin hevur latið ov nógv vald upp í hendurnar á øðrum samgonguflokkum, sigur tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum

Sambandsflokkurin er farin av kós og má finna aftur til grundvirðini.

Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Sambandsflokkurin stendur seg illa í seinastu veljarakanningunum og missir undirtøku millum veljararnar.

Ein orsøk er, sambært Bárði á Steig Nielsen, at Sambandsflokkurin hevur latið ov nógv vald upp í hendurnar á øðrum samgonguflokkum.

Sambandsflokkurin hevur landsfund nú um vikuskifti. Greitt er longu nú, at Kaj Leo Holm Johannesen heldur fram sum formaður í Sambandsflokkinum, tí eingin hevur stillað upp ímóti sitandi formanni.

Greitt er eisini, at Johan Dahl heldur ikki fram sum næstformaður í Sambandsflokkinum. Hann leggur frá sær og fer úr poltikki eftir løgtingsvalið, sum skal vera í seinsta lagi tann 29. oktober.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337