BankNordik: Eigararnir skulu hava størri vinning

23.06.2015 - 09:42
InnlendisSamfelag
BankNordik: Eigararnir skulu hava størri vinning
Ætlanin er at selja tryggingarfeløg í Íslandi

Eigararnir í BankNordik skulu nú hava størri vinning burtur úr bankanum, og tí er BankNordik farin undir eina tilgongd at selja íslendsku tryggingarfeløgini, Vørður Tryggingar og Vørður Lívstryggingar.

Í fráboðan til partabrævbamarknaðin sigur Janus Petersen, bankastjóri, at BankNordik nú fer at leggja seg meira eftir at økja viningsbýtið til partabrævaeigararnar. Tað skal gerast við at bøta um vinningsførið og loysa kapital frá tí, sum bankin nevnir "ikki-strategisk handilsøki". Og harímillum eru bæði íslendsku tryggingarfeløgini, Vørður Tryggingar og Vørður Lívstryggingar.

Bókaða virðið á Vørði er umleið 160 milliónir krónur, og eini 80 starvsfólk arbeiða har.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781