Vilja keypa ferðaseðlar til SSL á netinum

01.08.2015 - 15:20
InnlendisSamfelag
Vilja keypa ferðaseðlar til SSL á netinum
Strandfaraskip Landsins fer nú at kanna møguleikan, so ferðafólk kunnu bíleggja ferðaseðil og bilpláss á netinu, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á SSL
Ofta standa nógvir bilar í bíðirøð á keiini

Í heyst fer Strandfaraskip Landsins at kanna, um tað loysir seg at fáa nýggja skipan, so ferðafólk kunnu bíleggja ferðaseðil og eitt bilpláss, áðrenn farið verður heimanífrá.

Í gjár tosaði útvarpið við kvinnu, sum skuldi til Suðuroyar, men mátti bíða meira enn eitt samdøgur, áðrenn hon slapp suður við Smyrli. Vit hava tosað við stjóran á Strandfaraskipum Landsins, Hilmar Eliasen, og spurt hann um hvat hann heldur um hetta, at fólk ikki sleppa suður við Smyrli, hóast tey hava stillað seg í bíðirøðina hálvanannan tíma áðrenn fráferð.

Hilmar Eliasen sigur, at nú tey hava sent avrikssátmálan til vinnumálaráðið, kemur væntandi svar einaferð í heyst, soleiðis at kannast kann hvør billettskipan er fragast at brúka. Er tað spurningur um meirkostnað til skipanina, má tað fáast uppá pláss við politisku skipanina fyrst.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313