Nýggja virkið hjá Bakkafrosti í nýtslu 23. januar

21.12.2016 - 14:07
InnlendisVinna
Nýggja virkið hjá Bakkafrosti í nýtslu 23. januar
Síðani í juni í fjør hava tey royndarkoyrt virkið, og nú fer virkið so av álvara í gongd í næsta mánað, sigur Regin Jacobsen, stjóri
Nýggja virkið á Glyvrum hjá Bakkafrost, letur upp í januar

Nýggja virkið fer at avloysa sjey onnur virki sum Bakkafrost hevur, - virkini at kryvja laks í Klaksvík og Strondum verða latin aftur um ársskiftið, og hálvan januar steðgar verður virkið í Kollafirði latið aftur, og frá um ársskiftið verða heldur ikki portiónir gjørdar í gamla virkinum í Glyvrum, og í Fuglafirði steðgar portiónsframleiðsla nakað inn í januar.

Kassavirkið á Glyvrum og á Argjum eru niðurløg fyri skjótt tveimum árum síðani, - kassavirkið heldur til í nýggja bygninginum.

Regin Jacobsen, stjóri, leggur dent á, at samanlagt, sparir Bakkafrost við hesum millum 70 og 90 miljónir um árið, og tað fer at síggjast longu seinna hálvár 2017

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659