Taka seinasta laksin í næstu viku

05.04.2017 - 13:56
InnlendisVinna
Taka seinasta laksin í næstu viku
Bakkafrost hevur longu tikið tríggjar fjórðingar av fiskinum í Hvannasundi

Laksurin í aliøkinum hjá Bakkafrosti í Hvannasundi Norður, har sjúkuelvandi ILA-virus er staðfest, er væntandi tikin fyrst í næstu viku.

Tað er jaligt, at fiskurin verður tikin so skjótt, tí so leingi fiskur við ILA-virusi er í aliøkinum, er vandi fyri, at virusið kann breiða seg til alibrúk nærindis.

Tað sigur Debes Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum hevur arbeitt við ILA í mong ár. Bakkafrost hevur longu tikið tríggjar fjórðingar av fiskinum í Hvannasundi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987