Kommunurnar fara ikki at samstarva við landið

28.04.2017 - 14:27
InnlendisPolitikkur
Kommunurnar fara ikki at samstarva við landið
Tað verður meira enn torført hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum at fáa kommunurnar at samskipa sínar íløgur við tær hjá landinum.
Stevið er ikki tað besta millum Kommunufelagið og Fíggjarmálaráðið, sigur Dennis Holm.

Kommunurnar vilja ikki spæla við, var boðskapurin á aðalfundinum hjá Kommunufelagnum fríggjadagin.

Kortini sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at semja við kommunurnar er á veg.

Kommunufelagið tekur ikki undir við einum felags almennum íløgukarmi og rakstrarkarmi, soleiðis sum landsstýrið mælir til og hevur havt samráðingar við Kommunufelagið um.

Felagið sær sjálvsagt vandan fyri, at føroyski búskapurin verður ovhitaður, og tí er skynsamt, at allur almenni geirin, bæði land og kommunur, heldur aftur í góðum tíðum.

Tað segði Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, á aðalfundi felagsins fríggjadagin.

Hann sigur, at kommunurnar longu hava ymsar avmarkingar í síni fíggjarstýring.

- Men eftir okkara tykki er trupulleikin ikki kommunalu íløgurnar. Landið eigur tí at byrja við at hyggja eftir egnum raðfestingum, sigur formaðurin í Kommunufelagnum.

- Harafturat kann landið ikki krevja, at kommunurnar minka íløgur og rakstur, samstundis sum tær skulu taka á seg nøkur av tyngstu vælferðarøkjunum. Tað er at blása og hava mjøl í munninum, sigur Dennis Holm.

Kommunurnar sleppa heldur ikki at spara upp pengar ella at skylda meira enn eina álíkning.

Stórar íløgur kunnu bara gerast í góðum tíðum, tá inntøkurnar hjá kommununum eru góðar.

Dennis Holm sigur, at kommurnar noyðast at gera nógvar íløgur, sum ikki kunnu bíða, tí tær eru lógarfestar.

Er ætlanin hjá landinum, at fíggjarliga frælsið hjá kommununum at raðfesta skal avmarkast, merkir tað, at kommunurnar noyðast at lækka tænastustigið. Tað ger, at trivnaðurin hjá fólki minkar, segði formaðurin í Kommunufelagnum á aðalfundi felagsins.

Dennis Holm leggur afturat, at málið um Talgildu Føroyar er enn eitt dømi um, at stevið millum Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið ikki er av tí besta.

Hetta hevur ávirkan á samstarvsviljan hjá felagnum og kommununum við Fíggjarmálaráðið. Hann er ikki í løtuni tann stóri.

Kommunufelagið hevur boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at felagið vil allar trupulleikar við ráðið loystar, og ikki bara teir trupulleikar, sum Fíggjarmálaráðið hevur hug at samstarva um.

Hóast útsøgnirnar hjá Dennis Holm, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at semja við kommunurnar um íløgur og rakstur, um búskaparstýring, er komin undir land.

Partarnir eru samdir um at seta arbeiðsbólk at orða samstarvið. Hon ivast framvegis ikki í, at tað ber til at fáa kommunurnar at vera við í kørmunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andaktin
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400