Høgni Hoydal: Møguleiki at avreiða aðrastaðni

12.12.2017 - 15:12
Innlendis›Politikkur
Høgni Hoydal: Møguleiki at avreiða aðrastaðni
Avreiðingaravgjald, sum føroysk skip skulu gjalda, um tey landa uttanlands, er tikið av, tað sum eftir er av árinum. Tað samtykti løgtingið í gjár

Uppskotið loyvir eisini skipum, sum eiga norðhavssild og makrel eftir at fiska í ár, at flyta kvotuna til næsta ár.

Breið semja var um, at skip skulu kunna flyta kvotur til næsta ár, men størri ósemja var um avreiðingaravgjaldið. 

Andstøðan hevur meiriluta í Vinnunevndini, og hon vísti á, at hetta kundi raka arbeiðspláss í landinum.

Talan er eisini um eitt prinsipielt mál, helt andstøðan, av tí at onnur lond, eitt nú Noreg og Ísland, eisini hava tílík avreiðingargjøld. Avreiðingargjaldið hevur gjørt, at mestsum allur fiskurin er landaður í Føroyum.

Men uppskotið frá meirilutanum í Vinnunevndini varð felt - uppskotið frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, varð samtykt.

Hoyr samrøðuna, sum Rógvi Olavson gjørd við Høgna Hoydal fyrrapartin, omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037