Fjølrit: Kommunurnar bróta lógina

05.01.2018 - 13:22
InnlendisSamfelag
Fjølrit: Kommunurnar bróta lógina
Eingin avtala er millum kommunurnar og Fjølrit, sum umboðar listafólk og rithøvundar

Kommunufelagið hevur fingið eitt uppskot til sáttmála, men tað er ikki greitt, hvat kommunurnar skulu gjalda fyri, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum.

Tí er eingin avtala enn millum Fjølrit, sum umboðar listafólk og rithøvundar í Føroyum og Kommunurnar, sum vara av fólkaskúlunum.

Tað merkir, at kommunurnar daglilga bróta lógina, sigur formaðurin í Fjølrit, Atli K. Petersen.

Hann er ónøgdur við at einki hendur í málinum, men Eyðun Christiansen sigur at kommunufelagið hevur hildi seg verið í eini tilgongd við felagið.

Nýggi sáttmálin, sum Fjølrit skjýtir upp skal taka hædd fyri, at alt ikki verður kopiera í dag, men nógv verður sent talgilt.

Hendan tilgongd er ikki viðgjørd seinastu árini, av tí at myndugleikarnir hava arbeitt við at yvirtaka málsøkið, sum hevur verið danskt, siur Atli K Petersen. Hetta er eisini orsøkin til, at eingin skipan hevur verið í trý ár. Mentamálaráðið hevur gjørt avtalu við Fjølrit um Miðná og hægri lesna, har ráðið rindar 25 krónur fyri hvønn næming í miðnámi og 500 fyri hvønn næming á Fróðskaparsetrinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375