Fjølrit ger avtalur við kommunurnar um gjald

28.06.2018 - 18:02
Innlendis›Samfelag
Fjølrit ger avtalur við kommunurnar um gjald
Fjølrit er farið undir at gera avtalur við kommunurnar um at rinda fyri tilfar til skúlarnar

Fjølrit, sum røkir áhugamálini hjá teimum sum skriva tekstir, skriva tónar og taka myndir, er komið ásamt við Kommunufelagið um ein avtalufrymil, sum Kommunufelagið mælir kommununum at taka undir við.

Fyrsta avtalan um samsýning fyri tilfar verður undirskrivað í morgin.

Tað hevur leingi verið lógarfest, at rindast skal fyri tilfarið, sum verður nýtt. Fjølrit hevur fingið loyvi frá Mentamálaráðnum at umsita skipanina, sigur umsitarin í Fjølriti, Heidi Durhuus.

Avtalan, sum nú er gjørd, varir í 2 ár, og ta tíðina skal greiða fáast á, hvussu nógv tilfar verður nýtt í skúlunum.

Og tá fyrsta avtalan er undirskrivað, sigur Heidi Durhuus seg ikki ivast í, at aðrar kommunur fara at gera tað sama

Tað er Runavíkar kommuna sum fer at skriva undir fyrstu avtaluna við Fjølrit.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392