Høgni: Neyðugt við nýggjum leisti í Barentshavinum

06.03.2019 - 09:14
InnlendisVinna
Høgni: Neyðugt við nýggjum leisti í Barentshavinum
-Eftirmetingin hevur víst, at neyðugt er at royna ein nýggjan leist við uppboðssølunum av kvotunum í Barentshavinum, sigur Høgni Hoydal

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vísir aftur, at hann hevur eina politiska dagsskrá við uppboðssølukunngerðini.

Hanus Hansen, stjóri í JFK og formaður í Reiðarafelagnum finst hvassliga at, hvussu landsstýrismaðurin hevur skipað uppboðssølurnar í ár. Hann undrast á, hví øll kvotan í Barentshavinum skal seljast á afturlatnari uppboðssølu, meðan aðrir leistir verða brúktir fyri hinar uppboðssølurnar. Til dømis verða millum 40 og 50 prosent av uppboðssølukvotunum av makreli, norðhavssild og svartkjafti seldar á opnari uppboðssølu, og eisini varð øll uppboðssølukvotan á Flemish Kap seld á opnari uppboðssølu.

-Eftirmetingin av uppboðssølunum higartil hevur víst, at neyðugt er at royna nýggjan leist í Barentshavinum, sigur Høgni Hoydal, sum leggur Hanus Hansen undir at gera málið meira politiskt enn tað í veruleikanum er.

Hoyr samrøðu við Høgna Hoydal við at trýsta á pílin undir myndini

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179