Sverri Sandberg Nielsen má bíða eitt ár

bannari
25.03.2020 - 15:52
ÍtrótturKappróður
Sverri Sandberg Nielsen má bíða eitt ár
Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, sleppur ikki til OL í Tokyo í summar. Leikirnir eru útsettir til næsta ár
Mynd: Savnsmynd  
Sverri Sandberg Nielsen sleppur ikki til OL fyrr enn næsta ár.

Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, hevði glett seg til at síggja, hvussu langt tað harða arbeiðið fram til OL í summar fór at røkka.

Men tað má bíða eitt ár, tí Olympisku leikirnir í Tokyo eru útsettir til næsta ár.

- Vit høvdu glett okkum til at síggja, hvussu langt harða arbeiðið røkkur, men tað verður so av ongum í ár, sigur rógvarin, sum hevur verið merktur av óvissuni um Olympisku Leikirnar seinastu tíðina.

Avgerðin um at útseta OL í Tokyo varð tikin í gjár.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762