Ólavsøkan ikki ávirkað av nýggja koronutilburðinum

bannari
25.07.2020 - 12:52
Innlendis›Samfelag
Ólavsøkan ikki ávirkað av nýggja koronutilburðinum
Tórshavnar kommuna hevur longu tikið hædd fyri koronusmittuni á ólavsøku. Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri

Nýggi koronutilbuðururin umborð á russiska skipinum Karelia fer ikki at ávirka ólavsøkuna. Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Og fyri at minka um smittuvandan hevur Tórshavnar Kommuna valt at avlýsa midnáttarsangin ólavsøkudag. Ein kanning, sum spyr.fo hevur gjørt, vísir, at 27 prosent av ólavsøkugestunum fara til midnáttarsangin hóast alt.

Men hóast ongin midnáttarsangur verður í ár, so er ólavsøkan ikki heilt avlýst. Enn verður skrúðgonga ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, kappróður, fólkafundur í Doktaragrund og fótbóltsdystur í Gundadali. 

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vissar tó um, at kommunan hevur fylgt tilmælunum frá koronuráðgevingini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037