Filmur um føroyskan felagssang

Filmur um føroyskan felagssang
Midnáttarsangurin er dømi um eina serliga siðvenju, sigur leikstjóri, sum í hesum døgum ger ein heimildarfilm um føroyskan felagssang
31.07.2026 - 19:23

Sangur er ein partur av føroysku mentanini, sum vit ikki skulu taka fyri givið. Tað sigur Gudmund Helmsdal, sum í hesum døgum ger ein heimildarfilm um tann føroyska felagssangin, eitt nú um midnáttarsangin á ólavsøku. 

- Eg ætli mær næstan at komponera kensluna av føroyska felagssanginum, sigur leikstjórin, ið lýsir verkætlanina sum ein kreativan heimildarfilm um okkara sangmentan. 

Ólavsøkan í ár

Ert tú ein av teimum, sum var til midnáttarsangin á ólavsøku fyri tveimum døgum síðani, so finnur tú kanska teg sjálva ella sjálvan í upptøkunum, sum longu eru gjørdar. Vart tú ikki við í ár, so hevur tú framvegis stundir at vera við, tí fleiri upptøkur skulu gerast næsta ár, fortelur leikstjórin. 

Og ert tú ein av teimum, sum fann telefonina fram á ólavsøku, so vil Gudmund Helmsdal fegin hoyra frá tær. "Eg vil gjarna hava tað fólksliga við eisini," leggur hann dent á. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329