Rakar eisini føroyska arbeiðsmegi í Noregi

bannari
12.08.2020 - 18:02
InnlendisVinna
Rakar eisini føroyska arbeiðsmegi í Noregi
Ivasamt er, um 80 føroyingar, sum arbeiða fyri Pam Offshore í Noregi, sleppa at halda fram
Jens Meinhard Rasmussen er stjóri í Skansa Offshore, sum hevur 120 føroysk sjófólk í Noregi

Nú Noreg hevur bólkað Føroyar sum reyðar, ávirkar tað fleiri føroyingar, sum arbeiða í Noregi.

Pam Offshore hevur í løtuni 80 føroyingar, sum regluliga arbeiða í Noregi, men ivasamt er, um teir sleppa at halda fram.

- Fyritreytirnar eru broyttar, og vit vita ikki enn, hvussu tað fer at ávirka okkum, sigur Mouritz Mohr, stjóri í Pam Offshore.

Minkaði niður í einki

Tá ið koronukreppan rakti í vár, arbeiddu umleið 100 mans hjá Pam Offshore í Noregi. Eftir heilt fáum døgum minkaði tað niður í einki, og virksemið steðgaði.

- Síðani í vár hava vit arbeitt okkum upp aftur, men nú er ivasamt, hvussu tað verður, sigur Mouritz Mohr.

Fleiri føroyskir sjómenn sigla í Noregi, men teir sleppa kanska eitt sindur lættari.

Hoyr Jens Meinhard Rasmussen, stjóra í Skansa Offshore, sum hevur 120 sjófólk í Noregi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558