Bjóða arbeiðið út aftur í heyst

18.08.2020 - 09:21
Innlendis›Politikkur
Bjóða arbeiðið út aftur í heyst
Tá bú- og umlættingarheimið til børn og ung við autismu varð boðið út, var lægsta boðið 14 mió. kr. størri enn kostnaðarmetingin
Ætlanin er at byggja bú- og umlættingarheimið til børn og ung við autismu í Kvíggjartúni á Argjum

Nýggja bú- og umlættingarheimið til børn og ung við autismu, verður væntandi boðið út aftur í heyst.

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, sum viðgongur, at tað er ein avbjóðing at finna neyðugu sparingarnar.

Tá heimið, sum skal standa í Kvíggjartúni á Argjum, varð boðið út, var lægsta tilboðið 56 milliónir kr., ella 14 milliónir størri enn kostnaðarmetingin, sum var 42 milliónir kr.

Landsstýriskvinnan í almannamálum avgjørdi tí at ógilda útbjóðingina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334