10 milliónir aftrat til autismuheim

10 milliónir aftrat til autismuheim
Heimið kann byggjast fyri 39 milliónir kr., og Almannamálaráðið hevur biðið um 10 milliónir aftrat teimum 29, sum eru játtaðar
Sparingar eru gjørdar, og nú kann autismuheimið á Argjum byggjast fyri 39 mió. kr.
 
24.03.2021 - 09:14

Fíggjarnevndin tekur undir við, at 10 milliónir krónur verða latnar afturat til autismuheim á Argjum.

Í 2018 vórðu játtaðar 29 mió. kr.

Tá tilboðini komu í fjør, kostaði heimið í minsta lagi 56 milliónir krónur.

39 mió. kr.

Ikki varð tikið av nøkrum tilboði, men sparingar gjørdar.

Nú sigur Almannamálaráðið, at heimið kann byggjast fyri 39 mió. kr., og hevur biðið løgtingið um 10 milliónir afturat teimum 29, sum løgtingið játtaði í 2018 til búheim og umlættingarheim til børn og ung við autismu. 

Fíggjarnevndin samd um at taka undir við uppskotinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541