Heimið til børn og ung við autismu fær størri játtan

Heimið til børn og ung við autismu fær størri játtan
Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum um at hækka fíggjarkarmin
Heimið, sum stendur í gerð í Kvíggjartúni á Argjum, er dýrkað, og fíggjarnevndin tekur undir við at hækka fíggjarkarmin upp í 43 mió. kr.
 
13.03.2023 - 14:37

Øll fíggjarnevndin tekur undir við at hækka fíggjarkarmin til bú- og umlættingarheimið til børn og ung við autismu, sum verður bygt á Argjum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur biðið løgtinigð um heimild at hækka fíggjarkarmin úr 39 milliónum upp í 43 milliónir kr., soleiðis at heimið kann gerast liðugt eftir nýggju kostnaðarmetingini.

Meirkostnaðurin stendst av príshækkingum, størri brunakrøvum og seinkingum í byggitíðini.

Haraftrat eru tillagingar gjørdar í verkætlanini, eftir at hon var undirskrivað.

Fíggjarnevndin undrast á, og sigur tað ikki vera nøktandi, at meirkostnaðurin er góð 10 prosent, eftir at arbeiðið er boðið út, og arbeiðið er byrjað.

Málið kemur til aðru viðgerð í tinginum mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928