Ov fáir el-bilar í Føroyum

25.09.2020 - 15:19
Innlendis›Politikkur
Ov fáir el-bilar í Føroyum
Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna, heldur, at el-bilar eiga framvegis at sleppa undan mvg
277 el-bilar eru skrásettir í Føroyum í løtuni

Alt ov fáir el-bilar eru í Føroyum, og meira má gerast, so vit verða grønari, sigur Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

Sambært hagtølum hjá Akstovuni eru skrásett tilsamans 39.844 akfør í Føroyum í løtuni. Av hesum eru  277 el-akfør, ella 0,7 prosent.

Hervør Pálsdóttir heldur, at el-bilar eiga framvegis at sleppa undan meirvirðisgjaldi. Men vetnisbilar eiga ikki at fáa somu sersømdir, heldur hon.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, sigur, at hann mælir eisini til, at mvg-frítøkan av el-bilum heldur fram, og at el-bilar framvegis skulu sleppa undan vegskatti.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115