Tulka uppskotið um barsilsskipanina ymiskt

27.01.2021 - 13:27
Innlendis›Politikkur
Tulka uppskotið um barsilsskipanina ymiskt
Bjørt Samuelsen, uppskotssetari, vísir aftur, at bara samkyndar mammur fáa gagn av lógini
Bjørt Samuelsen og Johan Dahl, sum er farin í part við andstøðuni í málinum um at javnseta samkynd við hinskynd í barsilsskipanini

Tað er ivasamt, um uppskotið um at javnseta samkynd í barsilsskipanini, í heila tikið javnsetir øll samkynd við hinskynd.

Tað sigur Astrid Reinert Øregaard, fulltrúi í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, sum umsitur barsilsskipanina.

TAKS, sum hevur dagliga raksturin av barsisskipanini um hendur, hevur aðra fatan av uppskotinum.

Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini, og eitt av átta tingfólkum, sum hava lagt uppskotið um at javnseta samkynd og hinskynd í barsilsskipanini fyri løgtingið, vísir aftur, at bara samkyndar mammur, og ikki pápar, fáa gagn av lógarbroytingini.

Uppskotið fer at fevna um øll samkynd foreldur, sigur Bjørt Samuelsen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Bárður Nielsen, løgmaður, sigur í stuttari viðmerking, at uppskotið hjá samgonguni, um at broyta barsilsskipanina, kemur ikki í løgtingið, áðrenn uppskotið hjá andstøðuni um at javnseta samkynd og hinskynd í barsilsskipanin kemur til atkvøðugreiðslu. 

Longri innslag um løgfrøðina í sambandi við at javnseta samkynt foreldur í barsilsskipanini var í Breddanum í gjár.

 Breddin kann hoyrast her.

 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129