Andstøðan kann fáa meirilutan í uttanlandsnevndini

22.02.2021 - 10:12
Innlendis›Politikkur
Andstøðan kann fáa meirilutan í uttanlandsnevndini
Bill Justinussen, nevndarformaður, tekur ikki undir við uppskotinum hjá løgmanni um at víðka uttanlandsnevndina
Bill Justinussen er formaður í uttanlandsnevndini

Bill Justinussen, formaður í uttanlandsnevndini, heldur tað ikki vera eitt gott hugskot, at allir flokkar í tinginum verða umboðaðir í uttanlandsnevndini, soleiðis sum løgmaður hevur skotið upp.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði í tinginum í síðstu viku, at samstarvið millum løgtingið og landsstýrið eigur at verða broytt, so tingið í størri mun verður tikið við í viðgerðina, tá Føroyar fáa loyniligar upplýsingar.

Men Bill Justinussen er ivasamur. Hann vísir á, at tað er landsstýrissamgongan, sum stendur fyri uttanríkispolitikkinum, og skulu allir flokkar fáa umboðan í uttanlandsnevndini, er vandi fyri, at andstøðan fær leiðsluna í nevndini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037