Fingu forboð at gera frystivørur longu í 2018

12.05.2021 - 18:00
Innlendis›Vinna
Fingu forboð at gera frystivørur longu í 2018
Starvsstovan hevur tíl fánýtis hartað Sjógæti fyri brot á matvørulógina í eitt longri tíðarskeið
Sjógæti hevur søkt um at at fáa løggildingina aftur, váttar Heilusfrøðiliga Starvsstovan fyri útvarpinum í dag

Fiskavirkið Sjógæti við Norðskála fekk longu í oktober í 2018 forboð fyri at framleiða frystar vørur til matna.

Tað vísir eitt innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í samskifti millum Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Sjógæti við Norðskála.

Innlitið vísir eitt drúgt samskifti millum partarnar, har Heilsufrøðiliga Starvstovan til fánýtis hartar virkið fyri vantandi kanningar, vantandi reinføri og brot á matvørulógina í eitt longri tíðarskeið, sum byrjar í 2017.

Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá stjóranum í Sjógæti, Hans Mariusi í Byrgi, men tað hevur ikki eydnast.

Sjógæti hevur søkt um at at fáa løggildingina aftur. Tað váttar Heilsufrøðiliga Starvsstovan fyri útvarpinum í dag.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026