Vilja hava landsstýrismannin at verja lundan

23.06.2021 - 16:25
InnlendisSamfelag
Vilja hava landsstýrismannin at verja lundan
Okkurt eigur at verða gjørt, men Yvirfriðingarnevndin kann eisini gera tað sjálv, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður
Í summar sleppa ferðafólk bara út á Rógvu, haðani gott útsýni er yvir lundalandið og Mykineshólm.

Yvirfriðingarnevndin heitir á Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvismálum, um at koma við einari friðingarkunngerð at verja lundan í Mykinesi.

Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at okkurt skal gerast fyri at verja lundan, men støða er ikki tikin til, um hann kemur við eini friðingarkunngerð, tí Yvirfriðingarnevndin kann sjálv verja lundan í Mykinesi.

Mykinesfólk hava avgjørt, at í ár verður eingin gongd gjøgnum Lamba, nú Landsverk hevur boðað frá, at nýggj brúgv út í Mykineshólm verður gjørd í summar.

Ferðafólk sleppa tí bara út á Rógvu, haðani gott útsýni er yvir lundalandið og Mykineshólm.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558