Umhugsa at lata gøtuna út í Mykineshólm uppaftur

Umhugsa at lata gøtuna út í Mykineshólm uppaftur
Einaferð í heyst fara hagaptarnir í Mykinesi at taka støðu til, um gøtan, sum hevur verið stongt síðan 2021, skal latast upp aftur
Tey leggja stóran dent á at verja lundan í størsta lundalandinum í Føroyum, sum er í Mykinesi
Mynd: Sveinur Tróndarson  
 
11.08.2024 - 16:10

Tað er ikki óhugsandi, at fólk aftur sleppa at ganga út í Mykineshólm.

- Men verður tað avgerðin, so verður tað í ógvuliga avmarkaðum tali, fyri at verja fuglin, sigur Finn Hansen, sum er hagastýrisformaður í Lambanum, har størsta lundalandið í Føroyum er. Avgerðin er ikki tikin, men verður ivaleyst tikin í heyst.

Gøtan var stongd í 2021, fyrst tí ein nýggj brúgv skuldi gerast út í Mykineshólm og seinni tá tað rapaði oman yvir gøtuna, sum liggur í Lambanum, sum er størsta lundaland í Føroyum.

Síðan tá eru eingi ferðafólk sloppin út í hólman, men tað verður kanska møguligt aftur. 

Men har eru ymisk fyrilit at taka, sigur hagastýrisformaðurin, sum fyrst og fremst vísir á fuglin, lundan, sum er í Lambanum, beint har, sum gøtan gongur. 

Eitt annað fyrilit, sum vendir øvutan veg, er, at tað er øgiliga náttúruvakurt í hólmanum, og tað er ein av orsøkunum til, at eigararnir umhugsa aftur at loyva fólki at ganga út í hólman.

- Tað eru fleiri, sum vilja sleppa út við smærri bólkum, og verður gjørt av at lata gøtuna upp aftur, so verður tað gjørt í avmarkaðum tali, sigur Finn Hansen.

Niðanfyri kanst tú hoyra innslagið, sum var í tíðindunum leygarkvøldið um evnið.

 

Finn_Hansen_um_at_lata_gotuna_uppaftur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611